Tambar gjørdi ein ordiligan vørr

Barnaróður gentur: Nýggjur vinnari varð funnin í kappingini millum gentur í barnaróðrinum. Ørnin úr Sandavági vann bæði á Norðoyastevnu og á Sundalagsstevnu. Í dag var Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn fyrstur á mál.

Á Norðoyastevnu var Tambar nummar seks, og á Sundalagsstevnu var Tambar nummar fimm. Tað vil siga, at tað hevur gingið støðugt rætta vegin, og nú gjørdi blái báturin altso ein orduligan vørr.

Hulda av Tvøroyri var næstfyrst, meðan Ørnin hesa ferð var nummar trý og Blikur nummar fýra.

Tíverri bar tekniskt brek við sær, at ongar tíðir eru frá hesi kappingini.

Umframt tekniskt brek so hevur veðrið eisini spælt teimum eitt puss í barnaróðrinum.

Ætlanin var, at fyrsta skotið í barnaróðrinum skuldi vera klokkan 13, men tað var ikki fyrr enn klokkan eitt korter til trý, at gentubátarnir vórðu sendir avstað.

Hann er lágur eystan á Tronginsvági, og vindmegin er 8-10 metrar um sekundið. Tað vil siga, at talan er um fitt lot undan, og tað er ikki heilt slætt.