Tamarhald fingið á støðuni

Um hálvgum fimm tíðina í morgun sendi løgreglan út eitt tíðindaskriv, har sagt verður, at tamarhald er fingið á støðuni við Athenu. Løgreglan hevur stundisliga í morgun sent út eitt tíðindaskriv, har víst verður á, at Athena, sum liggur við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn, hevði tikið sjógv inn. Eisini sást nakað av royki.

- Eftir eldsbrunan fyrr í vikuni hevur brand-og eftirlitsvakt verið á staðnum og hevur alla tíðina fylgt støðuni.

Løgreglan vísir í skrivinum á, at avvarðandi tilbúgvingarmyndugleikar hava síðani í gjárkvøldið og í nátt arbeitt við málinum.

- Alt bendir á, at orsøkin til, at skipið tók sjógv inn, er ein fylgja av eldsbrunanum. Stig vórðu beinanvegin tikin til at fáa til vega og seta upp pumpuútgerð og aðra neyðuga útgerð.

Løgreglan sigur í endnum av tíðindaskrivinum, at tamarhald nú er fingið á støðuni.

Vilhelm Olsen hjá Skálafjarðar Sløkkiliði segði við útvarpið í morgun, at eini 500 tons av sjógvi eru likin inn í Athenu, men at tað hevur eydnast sløkkiliðnum í nátt at pumpa eini 300 tons útaftur.