Á politistøðini hava tey ikki nakað nýtt frá eldinum í Nólsoy, men in.fo skilir frá fólki á staðnum, at tamarhald er á eldinum, sum nú er at kalla slóktur.
Maðurin, sum býr í húsinum, kom fyri løtu síðani við LÍV til Havnar, har hann bleiv koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Maðurin gekk sjálvur í land av LÍV, so støðan má metast at vera hampulig hjá honum.