Ein maður varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitring, eftir at eldur kom í eini hús á Grønlandsvegnum seinnapartin í dag.
Løgreglan sigur, at maðurin hevur ikki álvarsligan skaða, men eg mest farin a sjúkrahúsið av trygdarávum.
Eftir upplýsingum higartil, var hann einsamallur inni, tá ið eldurin kyknaði.
Tað var um tvey tíðina seinnapartin, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í einum húsum í vesturbýnum í Havn.??
Húsini standa á Grønlandsvegnum og sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fór undir at sløkkja.
Fyri løtu síðani varð sløkt og nú verður arbeitt við at tryggja húsini og ansa eftir, at eldurin ikki kyknar upp aftur.
Nú verður bíðað til húsini eru kólnað og roykurin er burtur, so verður farið inn at vita um orsøkin til eldin kann finnast.
Løgreglan sigur, at ábendingar eru um, at talan er um tekniskt brek av onkrum slagi.
Ávísir partar av húsinum eru illa farnir av eldi og roykurin var rættiliga nógvur og tjúkkur og spurningurin er eisini hvussu umfatandi roykskaðin er.










