Talvudagur til stóra virksemið

Sunnudagin verður, eins og vanligt er henda sunnudagin, savnað inn í kirkjum okkara til Kirkjuligu Heimamissiónina. Rørslan hevur í mong ár havt ein fastan talvudag sexagesima sunnudag, sum í ár er 12. februar.

Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan fólkakirkjuna, er stórt og umfevnandi. Heimamissiónin arbeiðir innan familju-, barna- og ungdómsarbeiðið, hevur trúboðarar í Føroyum, uttanlands og millum sjófólk. Harafturat hevur Heimamissiónin blaðið, Trúboðan, og Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um m.a. fleiri barna- og ungdómslegur, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu karmunum í Nesvík.

Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið í Heimamissiónini.

- Vit vóna, at aftur í ár verður tikið væl undir við hesi innsavnan, verður sagt úr Heimamissiónini.

Mynd: Heimamissiónin hevur sítt virksem knýtt at leguhúsinum í Nesvík