Talvsambandið vil fegið leingja sáttmálan við Helga

Tað sigur formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg

 

– Talvsamband Føroya heldur ikki, at tað er rætt, at ósemjur um sáttmálar og innanhýsis samráðingar verða bornar út til almenningin, men tá hetta nú er gjørt, so kenni eg meg noyddan at koma við nøkrum rættleiðingum til teir skeivleikar, ið verða bornir fram.

 

Les eisini: Helgi givin á landsliðnum vegna ósemju

Tað sigur Ingi Wiberg í rættleiðing, sum hann hevur sent miðlum, eftir eina grein sum varð send miðlunum í gjár um, at ósemja um pengar var millum Talvsamband Føroya og stórmeistaran Helga Dam Ziska.

– Tað er ikki rætt at siga, at Talvsamband Føroya ikki er sinnað at leingja sáttmálan. TSF hevur bjóðað Helga ein nýggja sáttmála, ið ikki var góðtikin. Síðani var Helgi boðin á fund at viðgera uppskotið fyri at royna at finna eina semju. Hesum tók Helgi ikki av. Eftir hetta hevur TSF og Helgi samstarvað víðari kapping til kapping, sigur Ingi Wiberg og heldur fram:

– Tá sagt verður, at treytirnar fyri at telva á landsliðnum er versnaðar, er hetta heldur ikki rætt. Tað eru onnur viðurskifti í gamla sáttmálanum, ið TSF ikki ynskir at halda fram við. EM kappingar vóru ei heldur fevndar av gamla sáttmálanum.

– Talvsamband Føroya kennir ikki til avtaluna millum Helga og Havnar Telvingarfelag, so hví hetta verður tikið fram í hesi greinini er óvist.

– Formaðurin er ikki spurdur um at gera viðmerkingar til nakra grein, so hetta er heldur ikki heilt rætt, sigur formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg.