Talvlegenda grivin uppaftur

Jørðisku leivdirnar av Bobby Fischer, stórmeistara í talvi, vórðu seinastu nátt grivnar uppaftur. Greiða skal fáast á, um hann er pápi eina filipinska gentu

Bobby Fischer, sum doyði í 2008, varð grivin í Laugardælakirkjugarðinum nærindis Selfossi í Íslandi.

Hægsti rættur í Íslandi gav miðjan juni loyvi til at grava líkið uppaftur fyri at kunna staðfesta, um Bobby Fischer var pápi flippinsku gentuna Jinky Young. Hon hevur sagt, at Bobby Fischer var pápi hennara.

Tað var á virðisligan hátt, at líkið varð grivið upp. Bæði prestar og læknar vóru hjástaddir, skrivar íslendske Fréttablaðið.