Talvlandsliðið til Andorra

Talan er um liðkapping, har telvað verður á 4 borðum, við møguleika fyri 1 skiftistelvara.

 

Luttakandi londini eru í styrkismettari raðfylgju (meðalstyrki):

 

Andorra (2321)

Føroyar (2278)

Luxemburg (2247)

Jersey (2146)

Monaco (2137)

Malta (2079)

Liechtenstein (2047)

San Marino (1855)

Guernsey (1843)

Cypros (1811)

 

Føroyar hava síðani stovnanina av Talvsambandi Føroya í 1970 luttikið á Talvolympiadum, sum verða telvaðar annahvørt ár. Tískil metir TSF at nýggja kappingin er eitt kærkomið høvið, at fáa eitt meira støðugt landsliðsvirksemi, har landsliðið er í orrustu hvørt ár. Smátjóðakappingin verður telvað tey árini OL ikki er.

 

Í tráð við fíggjarliga stuðulin frá Føroya Løgtingi 2009, har dentur m.a. verður lagdur á talentmenning innan ítróttina, hevur Talvsambandið valt at seta liðið soleiðis, at ovastu 3 borðini eru mannaði við okkara sterkastu telvarunum, sambært styrkilistanum, ímeðan borð 4 verður mannaði við ungum talvtalentum.

 

Ungir telvarar hava seinnu árini serliga strembað eftir at røkka NM luttøkuna, sum er á hvørjum ári í februar mánaði. Ongin ivi er um, at hetta hevur førkað samlaðu telvingina munandi rætta vegin. Nýtt ættarlið sprettir, smátt um smátt. Við valda konseptinum - og nýggju kappingini - fær stóra unglingafjøldin av telvarum enn ein møguleika, at gera seg galdandi á altjóða talvpallinum í tíðum sum koma - til frama fyri langtíðarmenningini av landsliðsvirkseminum.

 

16 ára gomlu Rógvi Egilstoft Nielsen, úr Sandavági og Ársins Stjørnuskot 2008/09, Hjalti Toftum Jógvansson, úr Tórshavn, hava verið í rívandi menning seinnu tíðina, við stórari framgongd og eru úttiknir at manna 4. borð á landsliðnum.

 

Talv-landsliðið: Andorra 2009

 

IM Helgi Dam Ziska

FM Heini Olsen

IM John Rødgaard

Rógvi Egilstoft Nielsen

Hjalti Toftum Jógvansson

Fyrstu leikirnir verða fluttir sunnudag seinnapart, meðan kappingin endar leygardagin 27. juni. Telvað verða 9 umfør, har øll londini møta hvør øðrum.

 

Ferða- og liðleiðari er Finnbjørn Vang.

 

Sí liðuppstillingarnar og kappingarsíðuna: á www.faroechess.com