Eitt afturvendandi tiltak, sum skúlarnir í Sunda kommunu skipa fyri, er ein talvkapping, og í ár verður hon í Norðskála-Oyrar skúla.
Kappingin byrjarí morgin kl. 8.15. Kappingin er fyri allar flokkar í barnaskúlanum, og verða liðini býtt upp eftir, hvørjum flokki næmingarnir ganga í.
Eins og við øðrum kappingum er neyðugt at venja. Tey hava fingið góða føroyavinin Mogens at hjálpa við venjingini, og ferðast hann runt millum skúlarnar dagarnar frammanundan at leggja næmingunum lag á. Ikki er heilt sørt, at næmingarnir venja heima eisini saman við familjuni,, og er hetta eisini hugnaligt at brúka ruskutu heystkvøldini til, umframt at hetta er sera læruríkt á mangan hátt.
Í morgin verður so tann stóri talvdagurin. Næmingarnir fáa frukt og vatn, meðan telvað verður, tí tað ger, at heilin arbeiðir uppaftur betri. Seinni um dagin fáa vinnararnir handað steyp og heiðursmerki, og tað er borgarstjórin, sum handar.