Talv
Giljanesi:Umleið hálvtannaðhundrað børn og ung í eini talvkapping, ger, at umhvørvið verður eitt sindur øðrvísið, enn tá átta vaksnir menn sita yvir av hvørjum øðrum og bína niður í borðið, meðan ein køvandi tøgn liggur yvir rúminum.
Tað ljóðar meira sum í einum fuglabergi enn til eina talvkapping, tá trinið verður inn í fimleikarhøllina á Giljanesi hendan leygardagin seinnapart.
Børn sita í longum røðum við borðini og telva. Summi eru øgiliga upptikin av talvinum, og taka tað heilt seriøst. Og onnur eru bara har, letur til.
Tað verður runnið og prátað, flutt og skrivað. Og rundan um alt ganga foreldrin og fylgja væl við alvanum og vaksa nakrar sentimetrar, hvørja ferð ein rættiliga intellegentur leikur verður fluttur røttu megin borðið.
Tað eru talvfeløgini í Vágum, Miðvágs- og Sandavágs Talvfeløg, sum skipa fyri hesi kappingini, sum er ein liður á veg móti einum Føroyameistaraheiti fyri lið. Hendan kapping er tann fyrsta av trimum. Onnur kappingin verður hildin á Oyrarbakka komandi vikuskifti.
Johannes Ellefsen frá Miðvágs Talvfelag, sigur, at í sonevnda dreingjabólkinum, sum tó eisini hevur gentur við í, eru 22 lið. Hetta er børn og ung úr fimta upp í 10. flokk. So eru eisini 14 lið við børnum yngri enn fimta flokk.
Telvað verður øll í móti øllum í hvørjum bólki, og hildið verður fram, hóast ein ikki sleppur víðari eftir fyrsta umfar. Tað vil siga, at tapararnir eisini sleppa at telva eitt umfar hvør móti øðrum. Og tað er óført. Serliga hjá hesum smáu, sum á fyrsta sinni eru við í eini slíkari kapping. Ógvuliga glað, tí nú vóru tey komnir víðari, hóast tey høvdu tapt móti teimum, sum størri og royndari vóru.










