Klokkan ellivu fyrrapartin verða fyrstu leikirnir fluttir í 9. og síðsta umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum er í Eysturskúlanum. Tað hevur lagað seg soleiðis, at teir báðir, sum eru fremstir, hittast í dag. Helgi Dam Ziska hevur sjey stig og verður meistari við remis ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen sum hevur seks stig og er eitt heilt stig frammanfyri Ólav Simonsen og Olaf Berg.
Spurningurin er, um Carl Eli við svørtum fer at stríðast fyri at fáa fult ímóti Helga, ið higartil einki talv hevur tapt. Helgi hevur vunnið seks og telvað tvey remis. Ella fer Carl Eli skjótt at bjóða remis. Um talvið endar javnt, so verður Helgi meistari, og so vinnur Carl Eli einsamallur næstfremsta plássið.
Um tað skuldi hent, at Carl Eli vinnur í 9. umfari, og báðir teir fremstu harvið enda á 8,0 stigum, so verður umdystur teirra millum longu í dag.
Øll hava atgongd til talvfinaluna, har tríggir undan síðsta umfari eru púra javnir.
Úrslit í 8. umfari í gjár
Torkil Nielsen 2058 ? Olaf Berg 2183 0-1
Martin Poulsen 2303 ? IM Helgi Dam Ziska 2400 0-1
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2231 ? Rani Nolsøe 1-0
Herluf Hansen 2023 ? Hans Kristian Simonsen 2176 ½-½
Ólavur Simonsen 2092 ? Finnbjørn Vang 1-0
Støðan
1: IM Helgi Dam Ziska 7,0
2: Carl Eli Nolsøe Samuelsen 6,0
3-4: Ólavur Simonsen og Olaf Berg 5,0
5-7: Herluf Hansen, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen 3,5
8: Torkil Nielsen 3,0
9: Finnbjørn Vang 2,5
10: Rani Nolsøe 1,0