Talvfinala beinleiðis á netinum

Talvsamband Føroya hevur rættiliga spent seg út til endabrestin í landskappingini í talvi í dag. 

Her er riggað til beinleiðis mynda- og ljóðfrásøgn frá FM-finaludystinum í talvi í dag. Telvað verður í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, og byrjað verður klokkan 11.00 leygarmorgunin.

 

 

 

 

Leikirnir á øllum borðum í teimum trimum dystunum í 1. deild verða allir varpaðir út á netið. Eisini síggjast tey fýra borðini í FM-finaluni millum Havnina og Sandavág í mynd, og í triðja lagi fara telvarar at viðmerkja gongdina í FM-finaludystinum.

 

Í Talvsambandinum eru tey spent um, hvussu henda fyrsta royndin av hesum slagi fer at eydnast. At varpa leikirnar beinleiðis frá talvborðum er ikki nýtt, men at leggja mynd og frásøgn aftrat hevur ikki verið gjørt fyrr í Føroyum.

 

Tað er Ingolf Gaard, telvari og KT-kønur, sum hevur ábyrgd av framleiðsluni. Frásøgumenn verða John Rødgaard, altjóða meistari, ið situr í Esbjerg, og Suni Merkistein og Ingolf Gaard, báðir telvarar.

 

Sent verður beinleiðis á Youtube umframt á teimum kendu talvpallunum, eitt nú Chess.com, Chess24 og øðrum. Leinki til beinleiðis varpingina sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

Nógvir dystir

 

Landskappingin í talvi fyri lið endar í dag við stórum felagsumfari í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Havnar Telvingarfelag er vertur fyri endaumfarinum.

 

Í alt trettan dystir eru í fýra deildum.

 

##med2##

 

Dystir og støður

 

Nógvir telvarar savnast fyrrapartin undir somu lon at avgera landskappingina í teimum fýra deildunum.

 

1. deild (10. umfar)

 

Sandavágur - Havnin

 

Klaksvík - Havnin B.

 

Vestmanna - Klaksvík B

 

Støðan í 1. deild

 

Havnin 28½

 

Sandavágur 27½

 

Klaksvík 17

 

Havnin B. 15

 

Klaksvík B. 11

 

Vestmanna 9

 

2. deild (10. umfar)

 

Kollafjørður B. - Sandavágur

 

Klaksvík - Havnin

 

Kollafjørður - Rókur

 

Støðan í 2. deild

 

Kollafjørður 25½

 

Klaksvík 24½

 

Sandavágur 20½

 

Havnin 17½

 

Rókur 10

 

Kollafjørður B 10

 

3. deild (10. umfar)

 

Kongshavn - Toftir

 

Kollafjørður - Sandavágur

 

Vestmanna - Havnin

 

Støðan í 3. deild

 

Havnin 21½

 

Kongshavn (Runavík) 21

 

Toftir 20½

 

Kollafjørður 16

 

Sandavágur 16

 

Vestmanna 13

 

4. deild (endaumfar)

 

Sandavágur - Havnin

 

Toftir - Klaksvík

 

Klaksvík B. - Rókur A.

 

Rókur - Kongshavn

 

Gøta frí

 

Støðan í 4. deild

 

Sandavágur 20½

 

Havnin 18

 

Gøta 18

 

Klaksvík B 16

 

Klaksvík 14½

 

Rókur 12

 

Kongshavn 10

 

Toftir 9½

 

Rókur B 9½

 

Telvað verður sum sagt í skúlanum við Løgmannabreyt í Havn, og byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin. Og til ber at fylgja hvørjum leiki í dystunum í 1. deild. Sí leinki á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

Her er riggað til beinleiðis mynda- og ljóðfrásøgn frá FM-finaludystinum í talvi í dag. Telvað verður í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, og byrjað verður klokkan 11.00 leygarmorgunin.

Stóra brakið í endaumfarinum í dag verður beinleiðis FM-finalan millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Her síggjast feløgini í líknandi finaludysti fyri tveimum árum síðani.