Klaksvík:
Um níggjutíðina hóskvøldið savnaðust einir 20 limir úr dansibólkinum Dansihugni á talvborðinum í Vágstúni. Tey dansaðu fólkadansir til tónleik, sum streymaði út úr anleggirnum, sum tey sjálvi eiga.
Fischer Johannesen er formaður í Dansihugna. Hann sigur, at hetta var púra spontant. Tey luftaðu tankan fyri nøkrum av limunum, og so varð gjørt av at fara at dansa eftirsum at veðrið var so avbera gott.
Nógv fólk gingu og spákaðu í býnum, og tey steðgaðu so á at hyggja. Væl lá fyri hjá dansarunum, og tað sást á øllum brøgdum, at hesi njóta at dansa.
Fischer sigur, at tey hugsaðu um at hava frían dans, men gjørdu so av ikki at hava tað.
? Tað hevði verið trekt at fingið nakran at dansa bara soleiðis av gøtuni. Tað hava vit royna áður, og tað var sera trekt, sigur hann.
Eitt nú royndi hann, tá kommunan bjóðaði borgarunum morgunmat fyrst í juli mánaði. Tá spældi countrybólkurin, og Fischer saman við øðrum treiv í dans. Men tað løgdust ikki so mong afturat, og gjørdi tað helst sítt til, at tað bert vóru limir úr Dansihugna, sum dansaðu hóskvøldið.
Tey byrjaðu at dansa um hálvgum tíggjutíðina og hildu á líka til klokkan ellivu. Tey høvdu ein stuttan kaffisteðg í garasjuni hjá Ásu Waag, sum er ein av limunum. Hon býr í Vágstúni, so tað lá væl fyri.
? Ása var líka sum primus motor hetta kvøldið, tí hon býr beint har, so vit fingu eisini streym til anleggið frá henni, sigur Fischer.
Dansihugni er annars í summarfrí nú, men kortini vóru ein triðingur av limunum savnað hetta kvøldið.
Tað eru 60 limir í Dansihugna, og umleið 40 av teimum plaga at møtast til dans hvørt leygarkvøld gjøgnum veturin. Tey dansa vanliga skotskar, norskar og svenskar fólkadansir.