Talvan skal vaskast

Nýggi FSF-formaðurin fegnaðist um uppbakningin, sum hann hevði fingið frá feløgunum, og so ásannaði hann annars, at tað nú er upp á tiðina, at nevndin fer til arbeiðis

FSF-formaðurin

Óli Holm er nýggjur FSF-formaður. Tað stóð greitt eftir at tað í triðju royndini var eydnast hjá aðalfundinum at greiða atkvøður um formansvalið.
Og sum siður er, so slapp Óli framat mikrofonini, tá fundurin var lokin, og fyrst og fremst legði hann dentin á, at tað nú skal lítast frameftir.
- Tíðin er nú komin at vaska talvuna reina. Vit mugu skapa frið, trygd og trivna í Fótbóltssambandinum, og vit mugu leggja gomlu ósemjurnar á hillina.
Somikið greið vóru boðini frá røðarapallinum, áðrenn fundurin fagnaði nýggja formanninum við lógvabrestum, og eftir fundin staðfesti nýggi formaðurin eisini hetta, tá vit fingu orðið á hann.
- Eg haldi ikki, at tað er so nógv at leggja afturat tí, sum eg segði frá røðarastólinum. Nú má vera liðugt við hesum stríðnum, sum hevur eyðkent nevndararbeiðið seinastu tíðina, og vit mugu koma til arbeiðis. Har liggja nógvar og stórar uppgávur fyri framman, og tær mugu loysast, helt hann fyri.
Av teimum uppgávum, sum eru serliga aktuellar her og nú, nevndi Óli minstukrøvini til feløgini og so Hat-trick grunnin, har umsóknir um stuðul til hallarbygging skulu vera inni í summar.
- Nú hava øll feløgini latið sítt tilfar inn í samband við minstukrøvini, men við skotbráðnum, sum tey høvdu, so rokni eg við, at nakrir trupulleikar eru í hesum, tó at eg enn ikki havi sæð tilfarið.
- Men tað er í øllum førum neyðugt, at hetta verður fingið upp á pláss sum skjótast, sigur Óli.
Og í samband við Hat-trick grunnin ásannar hann eisini, at her er stutt tíð eftir. Tað er jú longu í summar, at umsóknirnar til grunnin skulu vera inni. Her mugu tey, ið eru áhugað, hava greitt at vita, hvørjar treytir skulu lúkast, og tað er so eisini at av teimum evnum, sum vit fara at taka upp alt fyri eitt, staðfesti hann.
Og tá vit at enda spurdu um undirtøkuna hjá nýggja formanninum, ásannaði Óli, at hann var fegin um, at stuðulin hevði verið so greiður.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað ger tað lættari at fara ígongd, tá meirilutin er so greiður. Eg eri í øllum førum sera fegin um, at talan ikki gjørdist um eina 11-10 atkvøðugreiðslu. Tað vildi í øllum førum verið eitt sera spinkult grundarlag at arbeitt útfrá, segði nýggi FSF-formaðurin at enda.
Vit fara í blaðnum í morgin at hava meira frá aðalfundinum hjá FSF.