Talv sett Føroyar á heimskortið

Føroyska talvlandsliðið er í hesum døgum í eysturtýska býnum Dresden, har OL-talv verður telvað. Og sigast má, at telvarar okkara veruliga hava bitið frá sær ímóti øllum teimum stóru tjóðunum

TALV

 

Føroyska landsliðið er við talv-OL í Dresden styrkismett sum nr. 73 av teimum í alt 154 luttakandi. Á føroyska liðnum eru Jóan Hendrik Andreasen, Martin Poulsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Heini Olsen.

 

Favorittar

Í fyrsta umfarinum, sum varð telvað hósdagin, var føroyska landsliðið favorittur at vinna á Sri Lanka, sum er styrkismett 41 pláss lægri enn okkara. Og sigast má, at Føroyar livdu upp til vónirnar, sum á pappírinum settar vóru. Føroyar vunnu dystin trygt 3-1, har Martin Poulsen, John Rødgaard og Heini Olsen allir vunnu síni talv, meðan Jóan Hendrik Andreasen sum einasti føroyingur tapti sítt talv.

 

Knógvaðu pakistanum

Leygardagin var 2. umfar á skránni, og tá bíðaði Pakistan, sum er styrkismett 66 pláss lægri enn Føroyar. Hetta gjørdist ein væl javnari dystur enn tann ímóti Sri Lanka, og endaði hann við, at Føroyar vunnu 2½-1½. Heini Olsen vísti sannførandi talv og vann trygt á Amir Karim. Á borði 2 var John Rødgaard favorittur at vinna á Waqar Mohamed, men danski føroyingurin endaði við at tapa talvið. Við sigri á Butt Khalil Ur Rehman beindi Martin Poulsen føroyingar aftur á rætta kós, og við javnleiki í sínum talvi tryggjaði Jóan Hendrik Andreasen næsta sigurin av eins nógvum møguligum. Ein strálandi byrjan, men nú bíðaðu væl størri uppgávur.

 

OL-vinnarar

Í triðja umfari bíðaði eingin minni enn Armenia, sum er verandi OL-vinnari. Talvsamband Føroya sammetti henda dyst við Føroyar og Brasilia í fótbólti, og greitt var undan talvinum, at hetta var ein nærmast ómøgulig uppgáva. Tó hevði Føroyar nú fingið styrkt seg við Helga Dam Ziska, sum undir dystinum í 2. umfari var ávegis úr Føroyum til Dresden.

Tað bleiv tó ikki til nakað stig ímóti armensku kempunum. Allir teir fýra armensku stórmeistararnir knógvaðu okkara sakleysu monnum, men vit frætta, at hevði hepnið verið eitt lítið sindur meiri við okkum, hevði talan blivið um okkurt stig til Føroyar.

Hóast tapið, tóku telvararnir dystin ímóti OL-vinnarunum sum eina stóra uppliving.

 

Helgi feldi stórmeistara

Í gjár var mótstøðuliðið Holland, sum eisini var fongt við stórmeistarum. Alt uttan 4-0 tap ímóti Hollandi var at rokna sum sigur fyri Føroyar, skrivaði talvsambandið undan dystin, og eftir hesum at døma fekk føroyska landsliðnum ein flottan sigur – hóast Holland vann dystin. Eftir tap í fyrsta dystinum hevði Jóan Hendrik Andreasen av álvara reist seg aftur, og aftur í hesum dystinum megnaði hann at vinna eitt hálvt stig, tá ið hann telvaði javnt ímóti Jan Werle. Her kann sigast, at Jan Werle hevði eitt styrkistal áljóðandi 2582, meðan Jóan Hendrik Andreasen ‘bara’ hevði 2179.

18 ára gamli Helgi Dam Ziska er hægst styrkismetti føroyingurin, og hann framdi eitt satt bragd við at vinna á hollendska stórmeistaranum, Wely van Loek. Við hesum tapti Føroyar dystin ímóti Hollandi 1½-2½.