Talv: Sandavágur og Havnin í FM-finalu

Í morgin leygardagin verða seinastu leikirnir fluttir í landskappingini í talvi í vetur

Í morgin leygardagin verða seinastu leikirnir fluttir í landskappingini í talvi í vetur. Dystirnir í øllum deildum fara fram í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður longu klokkan 10 fyrrapartin. 

FM-vinnarin 2019 skal finnast í røttum finaludysti millum oddaliðini úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Vágamenn hava munin og tryggja sær meistaraheitið, vinna havnarmenn ikki vinna dystin í minsta lagi 3-1.

Fullmannaðir sandavágsmenn

Líkt er til, at sandavágsmenn eru fullmannaðir til dystin, tó at tveir av føstu spælarunum á liðnum standa til at spæla fótbóltsdyst við 07 Vestur sama dag, men hann byrjar ikki fyrr enn klokkan 17.00, og tá er talvdysturin liðugur.

Hjá havnarmonnum stendur heldur verri til. Eitt er, at alt minni enn ein 3-1 sigur ber í sær, at teir missa FM-heitið, sum teir hava havt seinastu tvey árini. Annað er, at teir verða ikki fullmannaðir til dystin, tí tveir eru í hvussu er, sum ikki fáa verið við til henda avgerandi finaludystin.

Finalan beinleiðis á netinum

Sum nakað nýtt fer Talvsamband Føroya saman við Sandavágs Talvfelag, sum hýsir hesum seinasta kappingardegnum, at skipa so fyri, at til ber at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum fýra borðunum í FM-finaludystinum millum Sandavág og Havnina.

Leinki til dystin er (http://live.faroechess.com).

Spenningur er eisini um hvør loftar sær undan niðurflyting úr deildini. Stríðið stendur millum Kollafjarðar Talvfelag og annað lið hjá Klaksvíkar Talvfelag.

Støðan í 1. deild

Sandavágur 28 stig

Havnin 26½

Klaksvík 16

Havnin (2) 14½

Kollafjørður 12

Klaksvík (2) 11

Dystirnir í síðsta umfari:

ST-HT

KTF-HT 2

KT-KTF (2)

Oddalið í nýggjari tíð

Hyggja vit at gongdini í landskappingini í talvi fyri lið seinastu tíggju árini, sæst, at feløgini, sum nú fara at takast í FM-finaluni, eru tey, sum hava verið at kalla einaráðandi hetta tíðarskeiðið.

FM-røðin síðstu tíggju árini sæst her:

2009 HT

2010 KTF

2011 ST

2012 HT

2013 ST

2014 ST

2015 ST

2016 ST

2017 HT

2018 HT

Telvað hevur verið um meistaraheitið fyri lið í regluligari FM-kapping á hvørjum ári síðani 1971. Sjey feløg hava vunnið hesi árini: 

HT 23 (Havnar Telvingarfelag)

KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)

VT 6 (Vestmanna Talvfelag)

ST 5 (Sandavágs Talvfelag)

KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)

TT 1 (Tofta Talvfelag)

TFS 1 (Talvfelagið Streymur)

Vestmenningar flyta upp

Kappast verður í trimum deildum. Greitt er, at gamla stórfelagið, Vestmanna Talvfelag, flytur upp í 1. deild.

Toppdystur verður eisini í 2. deild, men Havnar Telvingarfelag, sum er í hølunum á vestmenningum, kann ikki flyta upp, tí felagið hevur tvey lið í fremstu deildini frammanundan.

Eins og í báðum ovaru deildunum, endar kappingin í 3. deild eisini við oddadysti millum tey bæði fremstu liðini.

Støðan í 2. deild:

Vestmanna 25½

Havnin 24

Sandavágur 17

Runavík 15½

Havnin (2) 13½

Gøta 12½

Dystirnir í síðsta umfari:

HT-VT

ST-GT

RT-HT (2)

Støðan í 3. deild:

Kollafjørður 20

Klaksvík 19½

Sandavágur 17½

Í alt 9 lið

 

Dystirnir í síðsta umfari:

KT-KTF

TT-KTF (2)

EB/Streymur-ST

ST (2)-KT