Talv: Oddabrak í morgin

Sunnudagin bresta oddaliðini Sandavágur og Havnin saman í fyrra sínamillum dystinum

Dystirnir í fimta umfari í liðkappingini millum feløg verða telvaðir í morgin í øllum trimum deildum. Eftir tað er landskappingin hálvrunnin, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi.

Í 1. deild hevur FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag verið heilt suveren fyrstu fýra umførini. Tríggjar av dystunum hava teir vunnið við fullum stigatali - 4-0. Fjórða dystin vunnu teir 3-1. Teir hava tí  15 av 16 møguligum stigum higartil. Teir hava tí eisini vunnið sær høgliga leiðslu, og eru longu hálvtfjórða stig undan fremsta kappingarneytanum.

Í 4. umfari vóru úrslitini í 1. deild hesi: Sandavágur-Vestmanna 4-0, Havnin-Klaksvík 2-2 og Kollafjørður-Havnin B 2½-1½.

Havnin og Sandavágur

Sunnudagin bresta oddaliðini Sandavágur og Havnin saman í fyrra sínamillum dystinum. Eins og í fjør hevur Sandavágs Talvfelag støðugari manning enn Havnar Telvingarfelag. Havnarmenn hava ikki eina fasta kjarnu sum vágamenn, og tað merkist.

Higartil hava átta telvarar skifst um tey fýra borðini á fyrsta liði hjá Havnar Telvingarfelag fyrstu fýra umførini. Tað gevur rímiligt størri sveiggj enn hjá vágamonnum, sum afturímóti hava eina fastari grundkjarnu, tó at teir eisini hava havt eykamenn í tveimum førum.

Hesir eru dystirnir

Dystirnir í fimta umfari í 1. deild sunnudagin eru hesir: Havnin-Sandavágur, Vestmanna-Kollafjørður og Havnin B-Klaksvík. Telvað verður sum nevnt í trimum deildum. Í 2. deild eru liðini seks og í 3. deild eru tey ellivu í alt. Í 2. deild er Havnar Telvingarfelag á  odda við 10 stigum. Kollafjørður hevur 9½ stig og Klaksvík 8½. Í 3. deild er Tofta Talvfelag á odda við 13½ stigi.

Allir dystir byrja klokkan 14 sunnudagin. Toppdysturin í 1. deild millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag verður í Gula Skúla við Landavegin í Havn.

Støðan í 1. deild er henda fyri fimta umfar sunnudagin:

1. Sandavágur 15 stig

2. Havnin 12½

3. Klaksvík 7½

4. Havnin B 6

5. Kollafjørður 4½

6. Vestmanna 3½