Talv: Nú er greitt hvussu NM-hópurin er samansettur

Eysturskúlin var hesuferð karmur um FM endabrakið í talvi fyri ung, sum varð telvað leygardagin. FM-finalurnar 2008 vórðu ? sum væntað varð frammanundan - sera spennandi. Borðreitt varð við góðari telving og undirhaldi í serflokki. Fleiri nýggir spennandi telvarar. Og søgan sigur okkum, at tey sum ikki vunnu hesuferð: Møguleikin uppstendur seinni, um hildið verður á !

Umframt at telvað varð um FM-heitið í 5 aldursbólkum, ráddi um í minsta lagi, at røkka 2. plássið í aldursbólkinum, tí harvið varð NM-luttøka í Føroyum í februar mánað 2009 ? tryggjað. Ein ?gularót? sum ár undan ári, ger FM finaluna til nakað heilt serligt.

Samanlagt vunnu klaksvíkingar - aftur hesuferð - flest heiðursmerki. Triðingurin ? 5 steyp - fóru norðurum: 1 Gull, 2 Silvur og 2 bronsusteyp. Hinvegin vann Havnin flest FM-heiti: 2 Gull, 1 Silvur og 1 Bronsu. Sandavágur vann 1 Gull og 2 Silvur, meðan Skopun vann 1 Gull og Vestmanna 2 bronsur.

NM hópurin er samansettur við 3 telvarum úr ávikavist Tórshavn, Klaksvík og Sandavági - umframt 1 telvara úr Skopunar Talvfelag.

NM-hópurin, sum luttekur í februar mánað 2009 í Føroyum - ímóti 50 javnaldrum úr hinum Norðurlondunum:

IM Helgi Dam Ziska, Margar Berg og Hjalti Toftum Jógvansson úr Tórshavn.

Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson úr Sandavági.

Einar Gregersen, Heðin Gregersen og Julian Gregersen úr Klaksvík.

Pætur Poulsen úr Skopun.

Silas Eyðsteinsson og Julian Gregersen eru nýggir í NM-høpi. Les meira á www.farochess.com.