Talv: Kappingin harðnar

Sandavágs Talvfelag er í harðari kapping við havnarmenn

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í fremstu deildini í landskappingini, men havnarmenn ota seg nú fram á oddaliðið úr Vágum. Munurin millum tey bæði fremstu liðini styttist við tveimum stigum eftir dystirnar í sjeynda umfari í dag, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Sandavágsmenn máttu sættast við javnleik móti øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag í dag. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdu sína skyldu og vunnu á ovaru borðunum á ávikavist Rógva Mortensen og Heiðrik Jacobsen, men á aftaru borðunum vóru havnarmenn við yvirlutan. Leif Reinert Fjallheim og Margar Berg vunnu á ávikavist Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen. Silas Eyðsteinsson var ikki við hjá sandavágsmonnum í dag.

 

Fyrsta lið hjá Havnini gjørdi bart í dystinum móti Klaksvík 2 og vann 4-0. Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Herluf Hansen vunnu allir. Í triðja dystinum í 1. deild í dag vann fyrsta lið hjá Klaksvíkar Talvfelag 3½-½ á Kollafjarðar Talvfelag. 

 

Støðan í 1. deild eftir 7. umfar:

Sandavágur 21½

Havnin 20

Klaksvík 14½

Havnin (2) 10

Kollafjørður 9

Klaksvík (2) 9

  

Trý umfør eru eftir í kappingini. Skráin í 1. deild er henda:

8. umfar (3. mars)

Sandavágur - Klaksvík 

Kollafjørður - Havnin

Klaksvík (2) - Havnin (2)

 

9. umfar (17. mars)

Klaksvík (2) - Sandavágur

Havnin - Klaksvík

Havnin (2) - Kollafjørður

 

10. umfar (6. apríl)

Sandavágur - Havnin

Klaksvík - Havnin (2)

Kollafjørður - Klaksvík (2)