Hvalvík: Í donskum miðlum verður í hesum døgum gjørt burtur úr teim mongu fyrimunum, sum næmingar hava av at læra seg talv í skúlatíðini.
Her var farið undir eina verkætlan í einum donskum skúla – Virupskúlanum við Århus – við telving. Her var víst til kanningar úr útheimi, at telvandi børn duga betri at lesa, betri at rokna og eru betri før at konsentrera seg, enn onnur børn.
- Hetta er ein innsatsur, sum vísir seg at hava gagnliga ávirkan á evnini at konsentrera seg hjá teimum ungu, sigur Thomas Trønning, barna- og ungdómsráðgevi í Århus kommunu.
Hesa somu gagnligu ávirkanina av talvi hava næmingar í Hvalvíkar skúli eisini havt.
Sæst aftur
Við Hvalvíkar skúla hevur skipanin verið hon, at talv og telving er ein natúrligur partur av sjálvari undirvísingini.
Seinastu níggju árini hava næmingarnir soleiðis telvað og lært at telva ein part av vetrarhálvuni.
Longu í 1. flokki læra allir næmingarnir seg mannagongdina í talvi, og hvørt fríkorter, tá inniveður er, verður telvað á skúlaloftinum.
Tey enda talvtíðina við eini kapping millum allar næmingarnar á skúlanum. Og tað stuttliga er, at nærum allir næmingarnir eru við í hesi kappingini.
Fyri at gera kappingina meiri rættvísa vera næmingarnir býttir upp í tríggjar bólkar, har vinnarin í hvørjum bólki fær ein vinning.
- Umframt alt hetta hava skúlarnir her í Sundalagnum í fleiri ár skipað fyri eini talvkapping sínámillum, har ferðasteyp verða latin, upplýsir Aslaug Olsen.
Hetta skapar sjálvandi bæði áhuga og spenning millum næmingarnar, men hevur somuleiðis onnur positiv árin.
- Um okkara miðvísa arbeiði veruliga hevur borið ávøkst, er ikki vist. Men vit hava í øllum førum fingið sera góð úrslit í hesum kappingum.
- Og haraftrat vilja lærarar vera við, at teir eisini síggja positiva ávirkan aftur í undirvísingini, sigur Aslaug Olsen.