Talv: Helgi vann alt

Stórmeistarin gjørdi bart í útsettu FM-kappingunum í snar- og kviktalvi um vikuskiftið

Í FM-snarkappingini í gjár vann Helgi við fullum stigatali - 11/11. Honum næstir vóru brøðurnir Rógvi Egilstoft og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen. Teir fingu 9½ stig hvør. Báðir taptu fyri Helga, og telvaðu javnt sínamillum. Hini níggju umførini vunnu teir alt.

 

Í kvikkappingini í dag var Helgi aftur í flokki fyri seg. Níggju umfør vóru, og Helgi vann við 8½ stigi. Móti Herluf Hansen var remis, hini átta vann hann. Rógvi Egilstoft var aftur nummar tvey. Hann fekk sjey stig. Umframt ósigurin í innanhýsis talvinum fyri Helga, tapti hann eisini fyri Martini Poulsen.

 

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen var ikki við í kvikkappingini í dag - hann var upptikin av fótbólti.

 

Kappingarnar um vikuskiftið skuldu upprunaliga vera í 2021, men vórðu útsettar vegna korona. FM-kappingarnar fyri í ár verða seinni.

 

Havnar Telvingarfelag skipaði fyri kappingunum í egnum hølum í Finsen.

 

Í snarkappingini høvdu telvarar tríggjar minuttir hvør til talvið umframt tvey sekund fyri hvønn leikin. Í kvikkappingini høvdu telvararnir tíggju minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leikin.

 

 

 

FM-snar (43 telvarar - ellivu umfør)

 

1. Helgi Dam Ziska, HT 11 stig

 

2. Rógvi Egilstoft, ST 9½

 

3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9½

 

4. Martin Poulsen, HT 7½

 

5. Finnbjørn Vang, KTF 7

 

Luitjen A. Apol, HT 7

 

Silas Eyðsteinsson, ST 7

 

 

 

FM-kvik (36 telvarar - níggju umfør)

 

1. Helgi Dam Ziska, HT 8½

 

2. Rógvi Egilstoft, ST 7

 

3. Heðin Gregersen, KTF 6

 

4. Jón í Horni Nielsen, ST 6

 

5. Martin Poulsen, HT 6

 

Tíðindaskriv