Talv: Havnarmenn á odda

Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi í gjár

Havnin og Klaksvík telvaðu í Finsen í gjár. Á 2. borði fremst í myndini brestu skyldmenninir Eyðun Nolsøe (vm) og Carl Eli N. Samuelsen (hm) saman. Á 1. borði innan fyri síggjast Helgi Dam Ziska (hm) og Ólavur Simonsen (vm). Standandi síggjast Rani Nolsøe og Terji Petersen, sum mannaðu aftaru borðini hjá klaksvíkingum

Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag er nú eitt stig fremri enn Sandavágs Talvfelag fyri seinasta umfar, sum verður um tvær vikur. Tá hittast oddaliðini í einum finaludysti um FM-heitið.

 

Same procedure as every year!

 

Vit fáa aftur eina beinleiðis FM-finalu um føroyameistaraheitið í talvi fyri lið millum Havnina og Sandavág. Soleiðis hevur verið nú í nøkur ár, og soleiðis verður aftur í ár.

 

Havnar Telvingarfelag gjørdi ein ordans vørr í næstsíðsta umfari sunnudagin, og otaði seg eitt stig framum Sandavágs Talvfelag. Óvæntað eydnaðist havnarmonnum at vinna á øllum fýra borðunum móti besta liðnum hjá klaksvíkingum. Hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg - ávikavist nummar tvey og trý hjá Havnini - vóru tøkir í gjár, afturfyri var Eyðun Nolsøe komin afturíaftur hjá klaksvíkingum.

 

Á øllum borðum var telvað sisilianskt, og skarpur gjørdist hildarleikur. Luitjen og Sjúrður vunnu sannførandi á aftaru borðunum. Helgi telvaði væl á toppborðinum, men støðan var so mikið skørp, at Ólavur fekk eisini sínar møguleikar, men stórmeistarin royndist kringari, tá á stóð.

 

Á øðrum borði togaðust tveir fyrrverandi føroyameistarar. Eyðun Nolsøe (FM 1995) og Carl Eli Samuelsen (FM 2005). Eyðun kýtti seg at vinna endatalvið í hesum drúgvasta talvinum í dystinum, men til endans lumpaði Carl Eli mammubeiggjan og skákaði frúnna av honum. Beiskt og snópisligt hjá Eyðuni at lorka sær alt av hondum í einum og sama leiki eftir so nógvar tímar.

 

Vágamenn vunnu 3-1 á øðrum liði hjá klaksvíkingum. Dysturin var framskundaður, tí helvtin av vágamanningini spældi fótbóltsdyst í Betri-deildini sunnudagin. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur framvegis fult stigatal eftir níggju umfør, men Rógvi Egilstoft og Silas Eyðsteinsson máttu sættast við remis. Rani Baldursson telvaði væl á fyrsta borði hjá klaksvíkingum og stríddist heilhugaður fyri javnleikinum móti Rógva. Veteranurin Torkil Nielsen útinti sína skyld við sigri á fjórða borði.

 

Stigið, sum klaksvíkingar fingu móti vágamonnum, ber í sær, at teir eru tvey stig undan vestmenningum í sínamillum botnstríðnum undan seinasta umfari. Vestmanna og Havnin B telvaðu javnt í gjár.

 

Hinar deildirnar:

 

Í 2. deild stendur kappingin millum Kollafjørð og Klaksvík. Alt bendir tí á, at Kollafjørður flytur upp í fremstu deildina, um ikki vestmenningar fara at lofta sær í bestu deildini við einum rimmar dysti í síðsta umfari.

 

Úrslit 2. deild:

 

Havnin - Kollafjørður 1-3

 

Sandavágur - Klaksvík 2½-1½

 

Rókur - Kollafjørður B 2½-1½

 

Støðan í 2. deild:

 

Kollafjørður 25½

 

Klaksvík 24½

 

Sandavágur 20½

 

Havnin 17½

 

Rókur 10

 

Kollafjørður B 10

 

Úrslit 3. deild:

 

Havnin - Kongshavn 1½-2½

 

Sandavágur - Vestmanna 2½-1½

 

Toftir - Kollafjørður 1½-2½

 

Støðan í 3. deild:

 

Havnin 21½

 

Kongshavn (Runavík) 21

 

Toftir 20½

 

Kollafjørður 16

 

Sandavágur 16

 

Vestmanna 13

 

Úrslit 4. deild:

 

Kongshavn - Klaksvík B 1-3

 

Rókur - Toftir 1-3

 

Klaksvík - Sandavágur 2-2

 

Havnin - Gøta 3-1

 

Støðan í 4. deild:

 

Sandavágur 20½

 

Havnin 18

 

Gøta 18

 

Klaksvík B 16

 

Klaksvík 14½

 

Rókur 12

 

Kongshavn 10

 

Toftir 9½

 

Rókur B 9½

 

Endabresturin

 

Tíggjunda og seinasta umfar í landskappingini í talvi verður leygardagin 26. mars. Tá hittast øll liðini í øllum deildum í einum stórum felagsumfari í Havn. Og tá fellur avgerðin um FM-heitið í innanhýsis finaludystinum millum oddaliðini bæði, Havnina og Sandavág. Tann, sum vinnur dystin, verður føroyameistari. Endar dysturin javnur, verður Havnin føroyameistari.

 

Seinasta umfar í 1. deild er hetta:

 

10. umfar, 1. deild (26. mars)

 

Sandavágur - Havnin

 

Klaksvík - Havnin B

 

Vestmanna - Klaksvík B

 

Havnin og Klaksvík telvaðu í Finsen í gjár. Á 2. borði fremst í myndini brestu skyldmenninir Eyðun Nolsøe (vm) og Carl Eli N. Samuelsen (hm) saman. Á 1. borði innan fyri síggjast Helgi Dam Ziska (hm) og Ólavur Simonsen (vm). Standandi síggjast Rani Nolsøe og Terji Petersen, sum mannaðu aftaru borðini hjá klaksvíkingum