Talv: Føroyar á odda

Føroyska talvlandsliðið hevur nú lagt seg á odda í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta

Føroysku telvararnir suðuri á Malta. F.v.: John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska.

Monako er tó beint í hølunum á Føroyum. Monako hevur eisini vunnið allar sínar dystir og hevur 13 borðstig eins og Føroyar. Føroyska leiðslan er tí sera tepur og grundað á ytstu fínteljingina.

 

Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Jersey. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði javnt á fjórða borði. Blaðungir telvarar mannaðu aftaru borðini hjá Føroyum í dystinum í dag. Luitjen er 15 ár og Jón 16. John Rødgaard hevði frí í dag.

 

Hini úrslitini í fjórða umfari í dag:

 

Monako-Luksemburg 3-1

 

Kyprós-Guernsey 2-2

 

Andorra-Kvinnuúrvalslið 4-0

 

Liktinstein-Malta 2-2

 

Støðan eftir umfar:

 

Føroyar 8 stig (dystarstig)

 

Monako 8 stig

 

Kyprós 7 stig

 

Andorra 5 stig

 

Luksemburg 4 stig

 

Guernsey 3 stig

 

Malta 2 stig

 

Liktinstein 1 stig

 

Jersey 1 stig

 

Kvinnuúrvalslið 1 stig

 

##med2##

 

Monako í morgin

 

Í morgin er aftur tvíumfar á skránni. Morgundysturin hjá Føroyum verður móti vertunum av Malta, og seinnapartin verður tað, sum mest er farið at líkjast einari finalu millum oddaliðini Føroyar og Monako. Monako hevur stórmeistarar á bæði 1.- og 2. borði, men samanlagt hevur Føroyar hægri miðalstyrkital fyri fýra teir sterkastu telvararnar.

 

Føroysku telvararnir suðuri á Malta. F.v.: John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska.