Talv: FM kapping fyri børn og ung 2008

Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2009 - sum hesuferð verður telvað í Føroyum í februar mánað 2009.

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A - bólkur: Telvarar føddir 1989-91 (17-20 ár)

B - bólkur: Telvarar føddir 1992-93 (15-16 ár)

C - bólkur: Telvarar føddir 1994-95 (13-14 ár)

D - bólkur: Telvarar føddir 1996-97 og (11-12 ár)

E - bólkur: Telvarar føddir 1998 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna:

1. Fyrsta kappingin verður í Vestmanna leygardagin 25. oktober 2008 (fyriskipari Vestmanna Talvfelag).

Telva verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki. Byrjað verður kl. 12 í Vestmanna skúla. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 24. oktober 2008.

Meldið til á tlf. 225 516 ella sendi teldupost til jm@sev.fo Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til, skrivar Talvsamband Føroya.