Í seinasta umfari eru tey fyrstu talvini liðug. Tað er nú greitt at Heiðrikur T. Jacobsen vann unglingabólkin við 8 stigum, Heiðrikur hevur í dag vunnið á Alfred Olsen. Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag á Julian Gregersen, Høgni hevur tilsamans fingið 7½ stig - Tillukku tit báðir.
Tað er ikki greitt í skrivandi løtu hvør verður nr. 3. - kappingin stendur millum Einar Gregersen, Heðin Gregersen og Jóhan Hentze, sum allir áðrenn seinasta umfar hava 5 stig.