Føroyska talvlandsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan i Istanbul.
Tveir sigrar á rað, 4 dystarstig og 6½ borðstig er status, nú tvey umfør eru liðin, og lagið er sjálvsagt gott.
Lat okkum njóta tað so leingi tað varir, tí í 3. umfari møta Føroyar Azerbaijan, ið er eitt krútsterkt lið,
styrkismett nr. 7, siga talvumboðini úr Istanbul.
Dysturin móti Togo gjørdist væl lættari enn væntað. Føroyska liðið var snøgt sagt nógv betri og hølvaði Togo av 0 - 4! Tað var ongantíð ivi um úrslitið, til tað var Togo alt ov veikt lið.
John Rødgaard vann heilt skjótt eitt lætt talv, meðan hinir fylgdu eftir so hvørt, tíðin gekk.
Hjá Togo var talan um fyrsta landsdyst nakrantíð, og tað sást týðiliga. Byrjanin hevur sjáldan - um nakrantíð - verið betri, men komandi umførini kann væntast sterkari mótstøða. Higartil kunnu vit so bert fegnast um góðu gongdina, og vónandi eru útlit fyri einum tí besta úrslitinum nakrantíð. Tó skal nevnast beinanvegin, at danska orðatakið »højt at flyve, dybt at falde« eisini er galdandi
fyri talv, og eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, siga teir úr Istanbul.