Talv: Føroyar vann 2½ - 1½ á Luxemburg

Áðrenn dystin hevði ein javnleikur verið góðtikin, meðan vónirnar vóru til ein sigur. Tað gekk tíbetur sum eftir ánni, og ovastu borðini hjá Føroyum telvaðu hampuliga skjótt tveir javnleikir, meðan John Rødgaard og Rógvi hildu á eitt sindur longri. John fekk fyrimun tíðliga í talvinum og telvaði hann nærum feilfrítt sigurin í hús. Rógvi hevði eisini fyrimun i sínum talvi, og kundi havt vunnið, men javnleikur varð endaliga úrslitið.

 

Sostatt ein 2½ - 1½ sigur móti einum góðum liði og í komandi umfari skulu Føroyar møta Jersey. Tá er kravið aftur ein sigur, men vit taka einki fyri givið, skrivar Finnbjørn Vang á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.