Spennandi ítrótturin, sum talvið er, var sett á dagskránna fyri hesar skúlar eina heila viku herfyri. Hetta var tó bert fyri næmingar frá 3.-7. flokk. Teir yngru næmingarnir arbeiddu við evninum "fjøruni" og lærdu matgerð.
Talvtiltakið var hildið í Avhaldshúsinum í Vík. Talvvenjari var danin, Mogens Nielsen, sum undirvísir í talvi á Sandoynni.
Byrjað var hvønn morgun við innlæring í talvi, og seinni var so talvkapping á skránni, sum endaði við, at medaljur vóru býttar út seinasta dagin, fríggjadagin.
Tað var týðiligt, at næmingunum dámdu væl at telva. Teir hava gjørt nakað við hetta undan hesari evnisviku.
Mogens sigur, at tú lærir nógv við at telva. Hetta kann eisini koma næmingunum til góðar í øðrum lærugreinum. Hann nevnir, at í USA eru royndir gjørdar, ið vísa, at næmingar, ið telva, klára seg betri í øðrum lærugreinum. Hví er hetta so?
Tú lærir at hugsa, at miðsavna teg og at brúka heilan á ein kreavtivan hátt. Um tú gert ein feil, so kann hetta fáa stórar avleiðingar. Tí skalt tú vera umhugsin. Neyðugt er at gera tær eina ætlan, og vita um hon heldur. Tú mást eisini fylgja við í tí sum mótstøðumaðurin ger. Tað ræður um ansni, men eisini um at gera nakað við kongin hjá mótstøðumanninum.
Tað ræður um at fella kongin hjá hinum fyrst!
Ein góð vika var komin at enda. Mogens lat væl at tiltakinum og helt, at næmingarnir vístu ídni og góðan vilja í sínum spæli. Hann heldur, at hetta kundi eisini verið nakað, ið aðrir skúlar settu á skránna, har tú tekur nakrar dagar úr kalendaranum til hetta.