Talv: Endaspurturin nærkast

Stórur talvdagur verður sunnudagin

Sunnudagin verður telvað í øllum deildum í landskappingini. Oddaliðini telva bæði í Finsen í Havn. Sandavágs Talvfelag hevur dyst móti øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini. A-liðið hjá Havnini hevur dyst móti øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag.

Havnar Telvingarfelag er nú flutt inn í nýggju felagshølini á ovastu hædd á Finsen - gomlu sangstovuni í Kommunuskúlanum. Triði dysturin í 1. deild stendur millum Klaksvík og Kollafjørð í felagshølunum "Skákinum" á Akursmørk í Klaksvík. Allir dystir byrja klokkan 14.00 sunnudagin.

Vágamenn eru í løtuni hálvtannað stig undan havnarmonnum í oddanum í 1. deild. Fýra umfør eru eftir í landskappingini. Tíggjunda og seinasta umfar er 13. mars.

 

Støðan í 1. deild

1. Sandavágur 16½ stig

2. Havnin 15

3. Klaksvík 12

4. Klaksvík B 10

5. Havnin B 9½

6. Kollafjørður 9 stig

 

7 umfar (7. februar)

Havnin B - Sandavágur

Havnin A - Klaksvík B

Klaksvík A - Kollafjørður

 

2. deild

Í 2. deild eru seks lið. Vestmanna Talvfelag er á odda og tykist hava beina kós upp aftur í 1. deild. 

 

7 umfar (7. februar)

Vestmanna - Klaksvík

Runavík - Havnin

Kollafjørður - Sandavágur

 

Støðan í toppinum

1. Vestmanna 18½ stig

2. Klaksvík 13

3. Kollafjørður 12½

 

Hinar deildirnar

Í 3. deild eru tólv lið. Tey vórðu eftir ársskiftið skift sundur í eina A-deild og eina B-deild. Liðini í A-deildini kappast um uppflyting. Tey seks liðini í A-deildini eru Rókur úr Sundalagnum, sum hevur tvey lið, Vestmanna, Kollafjørður, Toftir og Sandavágur.

Í unglingadeildini eru eisini seks lið. Har er Havnar Telvingarfelag á odda. Her er vert at nevna, at annað av liðunum hjá Sandavágs Talvfelag er mannað við gentum burturav.

 

Føroyski toppurin

Í Føroyum eru í løtuni slakir 300 virknir telvarar skrásettir í teimum níggju feløgunum, sum kappast í landskappingini. Nýggjastu styrkitølini hjá føroysku telvarunum síggjast á heimasíðuni hjá altjóða talvsambandinum FIDE. Tølini eru dagførd nú í februar.

 

Fimtan teir bestu eru hesir:

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2535

2. FM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2387

3. FM Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2354

4. IM John Arni Nilssen, ST 2331

5. IM John Rødgaard, VT 2319

6. FM Martin Poulsen, HT 2281

7. FM Olaf Berg, HT 2231

8. FM Flóvin Tór Næs, HT 2209

9. Bogi Ziska, TT 2198

10. Ólavur Simonsen, KTF 2186

11. Luitjen Akselsson Apol, HT 2179

12. FM Carl Eli Samuelsen, HT 2179

13. Eyðun Nolsøe, KTF 2173

14. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2167

15. Torkil Nielsen, ST 2141

 

Á nýggja FIDE-styrkilistanum eru Føroyar nummar 77 av teimum 165 limalondunum í altjóða talvsamgonguni. Ikki so galið hjá einari av  smæstu tjóðunum í altjóða talvfelagsskapinum. Russland er nummar 1, USA nummar 2 og Kina nummar 3.