Átaluvert at gera sjúk starvsfólk til syndabukk

Ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru sera hugstoyttar av, at tær fáa skyldina fyri, at tað mangla pengar á Landssjúkrahúsinum

Tað er átaluvert at gera sjúk starvsfólk til syndabukkar!

 

Tað staðfesta tey í Ljósmøðrafelag Føroya í eini almennari fráboðan nú seinnapartin.

 

Tað er komið fram, at játtanin til Landssjúkrahúsið røkkur ikki til og at sparingar mugu setast í verk. Og tað hevur verið nevnt, at ein orsøk til tað er, at ósemja tók seg upp ímillum ljósmøðurnar og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

 

– Nú stendur tað eftir, at ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum fáa skyldina fyri tann meirkostnað, ið avgerðin hjá stjórnini hevði við sær, siga tey í Ljósmøðrafelagnum.

 

Eitt, talan er um, er meirkostnaðurin fyri, at fáa útlendskar vikarar til Landssjúkrahúsið, tí at føroysku ljósmøðurnar vóru sjúkrameldaðar.

 

Felagið heldur, at tað er sera hugstoytt, at eingin trýr teirri vanlukku, meginparturin av ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum hevur verið fyri.

 

Tað má gerast púra greitt, at eingin ljósmóðir sjúkraskrivaði seg, tí hon var ósamd við stjórnina um eina broyting av føðideildini, sigur felagið.

 

Føðideildin á barsilsdeildin á Landssjúkrahúsinum hava verið saman við eini ljósmóður sum leiðara. Men í vár varð avgerð tikin um at skilja barsilsdeildina í tvey, eina føðideild, sum ein ljósmóður skuldi hava ábyrgdina av, og eina barsilsdeild, sum ein sjúkrarøktarfrøðingur hevði ábyrgdina av.

 

Og tað vildu Ljósmøðurnar ikki góðtaka, tí tær søgdu at barsilsdeildin var ein natúrligur partur av arbeiðnum hjá ljósmøðrunum og at tær vildu ikki arbeiða á eini slíkari deild undir leiðslu av einum sjúkrarøktarfrøðingi.

 

– Allar ljósmøður møttu til arbeiðis eftir at avgerðin um broytingina varð tikin, og tað hildu tær fram við so leingi tær orkaðu, sigur Ljósmóðurfelagið.

 

– Trupulleikin við avgerðini hjá stjórnini var, at eingin visti hvussu hon skuldi fremjast. Leiðslan á føðideildini hevði ikki tikið lut í avgerðini, og leiðandi ljósmóðurin, ið hevur evstu ábyrgdina av ljósmøðraøkinum, visti av ongum fyrr enn ein tíma áðrenn starvsfólkið varð kunnað.

 

Ljósmøðurnar fingu ongantíð nakað ítøkiligt svar, og arbeiðsumstøðurnar hjá ljósmøðrunum versnaðu tískil alsamt.

 

– Ikki óvæntað hevði hetta við sær, at fleiri ljósmøður misti sína sálarheilsu, ein fyri og onnur eftir. Ótryggu karmarnir og líkasælan frá stjórnini tók áræðið og gleðina frá teimum, og tær gjørdust álvarsliga sjúkar, sigur Ljósmóðurfelagið.

 

– Hjá ljósmøðrunum hevur hetta havt óbótaligar avleiðingar. Enn eru starvsfólk illa sjúk, onnur hava kent seg noydd at siga seg úr starvi, og leiðandi ljósmóðurin misti starv sítt í einari ússaligari roynd frá stjórnini, at geva henni skyldina fyri teirra ódugnaskap.

 

– Hóast fleiri nýggjar ljósmøður eru heimkomnar, ið ikki eru í føstum starvi, hava hesar hug at aftra seg við at søkja starv á Landssjúkrahúsinum. Eingin vil seta seg í slíkan vanda at missa sína heilsu og førleikar, sigur Ljósmóðurfelagið.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu hvat ljósmøðurnar halda um støðuna