Um vikuskiftið verður Badmintonhøllin í Klaksvík karmur um evangeliskar fundir við nógvum sangi.
Fundirnir verða leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18 við sangluttøku frá m.a. tripiltrio og manskóri úr Ebenezer í Havn og sangkórinum í Betesda í Klaksvík. Tað eru teir fýra: Poul Johan Djurhuus, Svenning av Lofti, Jógvan Páll Sevdal og Hjørleif Vang, sum koma at tala.









