Talufrælsið er einki hjá venjarum og spælarum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Oddbjørn Joensen, venjara hjá AB her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Oddbjørn Joensen, aftaná dystin millum B36 og AB, sum endaði 1-1.

 

Oddbjørn er sjálvandi glaður um, at hansara lið stríddist væl, og fekk tryggjað sær eitt stig ímóti dystarenda. Men Oddbjørn er ikki nøgdur við, at venjarar og spælarar ikki kunnu hava bara eina lítla viðmerking til dómarararnar, uttan tað fær ógvusligar avleiðingar. Oddbjørn heldur, at valdið hjá dómarunum er blivið heldur stórt hesi seinnu árini. 

 

Oddbjørn var vístur útum vallarøkið, aftaná nakrar viðmerkingar til fjórða dómaran í dag.