Súsanna Dam
????????????
Romanblaðið Fregnir bar hendan dagin eina sera fantasifulla og hjartanemandi frásøgn, sum bæði almenningur og fjølmiðlar tóku fyri fult, ja so fult at hvør einasta tíðindasending og eykatíðindasending í fleiri dagar høvdu frásøgnina sum høvuðssøgu. Gitað varð dúgliga um avleiðingar og revsing, eins og stór gremjan um skomm og ómoral floymdi oman yvir okkum. Ráðaríkir menn settu knyklar í brýr, sóu týdningarmiklir út og gjørdu metingar um politiskt reinføri og valbæri. Jú vit fingu luftað okkara fordómum og øst hvør annan upp í nánd av kollveltingarfebri.
Romanin hjá Fregnum fekk tó ein bráðan enda og doyði uttan minstu umrøðu, eftir at, ?, . veruleikin varð lýstur, ella kanska tí at endamálið varð rokkið. Kanska varð rættvísið uppfylt, og øll nøgd. Hvør veit?
Men ikki er liðugt enn. Sensatiónsjagstranin heldur áfram eftir einum heimasniðkaðum moralkodeksi, sum ilt er at skoða nakað dygdargott ella hóskiligt við, og lukka fatti hann, ið av onkrari orsøk er farin út um rammurnar, er veiðimaðurin ikki vinur hans.
Mín spurningur sum lesari, lurtari, brúkari er nú, hvat skal hitt fjórða statsvaldið nýtast til? Skal tað kreera mær eina mynd, sum svarar til ta dreymatilveru, sum eg ynski mær? So fari eg kanska at elska tað, í hvussu so er, líka til eg skilji, at tað hevur hildið meg fyri gjøldur. Skal tað siga mær frá dagsins viðurskiftum so nær veruleikanum og so litleyst sum tilber. Tá kann vera, at eg við hvørt fari at hata tað, men eg fái so høvi til sjálv at taka dagar ímillum møguleikarnar. Ella skal tað bara sýna fram vøddar sínar fyri vøddarnar skuld?