Jógvan Jacobsen,
formaður Unga Tjóðveldisins
Norðoya Sambandsfelag setti mótmælisskriv í bløð og á heimasíðu við heitinum "Góðtaka ikki framferðarhátt hjá samgongulimi". Í skrivinum krevur Norðoya Sambandsfelag, at viðkomandi somgongulimur, sum er tinglimur, bar seg at sum hann gjørdi, og heitti á flokk hansara um at seta hann uttanfyri alla politiska ávirkan, um hann ikki makkaði rætt. Framferðarhátturin hjá hesum tinglimi var ikki annað enn at hava eina aðra meining enn Norðoya Sambandsfelag. Soleiðis var skrivið eitt álop á rætt hins einstaka at hava egnar meiningar og at virka eftir teimum.
Í eini roynd at niðurgera mínar atfinningar móti hesum skrivi, ger Kaj Leo eina aðra tulking av mótmælisskrivinum. "Tað, sum Norðoya Sambandsfelag mótmælti var ikki, at tingmaðurin hevði eina meining, men at Norðoyggjar vóru avbyrgdar undir verkfallinum", sigur Kaj Leo. Eingin ivi er eftir skrivinum um, at Norðoya Sambandsfelag var ímóti avbyrgingini av Norðoyum. Tað er eisini í fínasta lagi. Men Norðoya Sambandsfelag gjørdi stamstundis eitt álop á rættin at hava egnar meiningar og at virka eftir teimum. Avbyrgingin verður brúkt til at rættvísgera álopið. So útleggingin hjá Kaj Leo broytir einki.
Norðoya Sambandsfelag fór í veruleikanum enn longur. Fyrst varð staðfest, at viðkomandi tinglimur røkti áhugamálini hjá sínum egna valdømi, og ikki tey hjá øðrum valdømum. Um hetta segði Norðoya Sambandsfelag "Hetta kann avgjørt ikki loyvast...". Sjálvt fólkaræðið skal avtakast til fyrimunar fyri hesa útbygdu floksdisiplinina. Eg standi við mína útlegging, tí eg eri sannførdur um, at hon er røtt.
Kaj Leo tekur sær síðan heimild til einsamallur at áseta endurgevingarreglur. Og hann forbjóðar óbeinleiðis endurgeving. Eg loyvi mær at ivast í førleika hansara til tess.
Ein spurningur frá mær fekk svar. Eg spurdi um Sambandsflokkurin var ímóti rætti hins einstaka at hava egnar meiningar og virka eftir teimum. Kaj Leo svarar, at Sambandsflokkurin virðir, at øll skulu hava rætt til at hava sínar meiningar, og rætt til at boða frá sínum meiningum. Og so tekur hann sær rætt til at siga hetta eisini galda fyri Norðoya Sambandsfelag. Eg helt annars, at tað vóru álitisfólkini í Norðoya Sambandsfelagi, sum høvdu myndugleikan at úttala seg fyri Norðoya Sambandsfelag, og ikki floksformaðurin.
Hetta tykist ullint. Vit sleppa øll at siga tað, sum vit vilja, men sleppa ikki at endurgeva, sum vit vilja. Og Kaj Leo tekur sær enntá rætt til at úttala seg fyri onnur.
Síðan leggur Kaj Leo eftir tingbólki Tjóðveldisfloksins, og fer at leita eftir beinagrindum í skápum, men finnur onga, og fer í staðin at lúgva. Eingin ivi er um, at hann roynir at leggja eftir mær. Men eg havi ongantíð verið partur av tingbólki Tjóðveldisfloksins, ella havt nakran álitissess í Tjóðveldisflokkinum. Eg havi ein nevndarsess í Unga Tjóðveldinum, sum er sjálvstøðugt felag. Eg hvørki havi ábyrgd ella standi eg til svars fyri tingbólki Tjóðveldisfloksins ella Tjóðveldisflokkinum annars. Hetta álop Kaj Leo Johannesens er tískil ikki bara óviðkomandi, men fullkomiliga burturvið.
Kaj Leo skrivar víðari, "Tað er av stórum týdningi fyri ein og hvønn flokk, at tað ræður floksdisiplin innanfloks, og at floksins stevnuskrá verður fylgd." Ja, takk, Kaj Leo. Hesa floksdisipkinina kenna vit frá mótmælisskrivi Norðoya Sambandsfelags. Um onkur ikki makkar rætt, so skal viðkomandi setast uttanfyri alla politiska ávirkan. Spurningurin er bara hvussu langt handhevjingin av hesi disiplini skal røkka. Norðoya Sambandsfelag krevur, at hon skal røkka út úr sjálvum Sambandsflokkinum og inn í ein annan somgonguflokk.
"Styrkin við eini breiðari samgongu er, at hon forðar fyri, at lægsti felagsnevnari, ella ein absoluttur minniluti, rekur føroyskan politkk. Tær fylgjurnar kenna vit alt ov væl til í Føroyum.", skrivar Kaj Leo eisini. Ja, tað er t.d. tað, sum hendir, tá ið minnilutar fáa sín vilja ígjøgnum á fólkaatkvøðu. Eitt dømi er 14. septembur 1946. Men mær vitandi hevur Kaj Leo ongar ætlanir at bøta um henda órætt. Her hanga orð og gerðir ikki saman.
Av mótmælisskrivi Norðoya Sambandsfelags og aftursvari Kaj Leo Johannesens til mín, fái eg onga fatan av, at talufrælsi Sambandsfloksins røkkur nakað serliga langt. Eitt lyfti frá formanninum hevur nú heldur einki virði í sær sjálvum.
Tað einasta, sum veruliga nyttar, er, at talufrælsið og rætturin at virka eftir síni sannføring verða vird í verki, og at fólk ikki skulu hava orsøk til at óttast avleiðingarnar av at siga sína hugsan alment og virka eftir henni. Vónandi fer Sambandsflokkurin, allur sum hann er, í verki at virða talufrælsið og rætt hins einstaka at virka eftir sannføring síni.