Tað er ikki við mýkindum, at skrivarin hjá Huxa, Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, viðger islam, talu- og trúarfrælsi á sínari vangamynd á Facebook. Jóhan Eli L. Poulsen hevur lagt eina grein um, at Angola forbjóðar islam og sigur í viðmerking til leinkjuna, at hann vónar, at Danmark verður næsta landið, sum ger tað sama.
Í kjalarvørrinum av hesum er eitt kjak, har skrivarin hjá ungmannafelag fólkafloksins er ógvuliga hvassorðaður.
Jóhan Eli Lyngvej Poulsen sigur seg har harmast um, at danir ikki lurtaðu eftir Mogens Glistrup, fyrrverandi formanni í sera høgravenda framburðsflokkinum í Danmark Fremskridtspartiet, og sigur síðani:
»Trúarfræli er vekk longu nú, við at man valdi trúarfrælsi. Hasir helvitis muslimarnir geva ikki dønum loyvi at vera trúgvandi. Kemur man inn í eitt annað land at vera, so má man fylgja teirra normum og lógum, men tað hava hasi svínini ikki gjørt«, sigur Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, áðrenn hann seinni í sama kjaki kemur til fylgjandi niðurstøðu:
»Danmark er á veg at fara í avgrundina, takkað verið talu- og trúðarfrælsi. Tankin er góður nokk, men hann heldur ikki í praksis«.
Jóhan Eli Lyngvej Poulsen hevur skrivað omanfyristandandi á vangamynd síni á Facebook tann 19. desember.
Les eisini: Demokratiið er ódemokratiskt