Talu- og framsøgufrælsið er skert í minst 89 londum

Tað sigur Amnesty International í ársfrágreiðingini fyri 2011. Amnesty International finst hvassliga at stjórnarleiðarum kring heimin. Í ársfrágreiðingini finst Amnesty hvassliga at heimsins stjórnarleiðarum fyri ikki at hava livað upp til lyftini, sum vórðu givin, tá mannarættindasáttmálin hjá ST var samtyktur í 1948.

Í frágreiðingini verður greitt frá mannarættindastøðuni í 2010. Ársfrágreiðingin, sum fevnir um 157 lond, varpar ljós á, hvussu stjórnir og altjóða fyritøkur handfara rættindini hjá borgarum kring heimin. Amnesty International krevur, at stjórnir og altjóða fyritøkur vísa størri ábyrgdarkenslu.

Ársfrágreiðingin staðfestir, at talu- og framsøgufrælsið eisini verður skert aðrastandi í heiminum - í heili 89 londum. Samstundis verður staðfest, at milliónir av heimsins borgarum liva í fátakradømi, og at rætturin til bústað og útbúgving verður skerdur. Ársfrágreiðingin staðfestir somuleiðis, at rættindi hjá kvinnum verða skerd.

Tað eru 50 ár síðani, at Amnesty-ljósið á fyrsta sinni varð tendrað, og felagsskapurin byrjaði at varpa ljós á ta kúgan, sum fer fram í heiminum. 50 ár seinni stendur mannarættindarørslan í dag á gáttini til søguligar broytingar ? men hesar broytingar balansera á eini knívsegg

Hendingin tann 17. desember í fjør í Tunis, tá 24 ára gamli Mohamed Bouaziz setti eld á seg sjálvan, er tekin um, at máttloysi og kúgan kann føra til víðgongdar gerðir. Hendingin, sum fór fram í tunesiska býnum Sidi Bouzid, er dømi um tað vónloysi, sum kúgan og vantandi búskaparligir møguleikar kunna elva til. Nýggju samskiftismøguleikarnir høvdu við sær, at mótmælini ímóti stjórnum, sum ikki virða grundleggjandi mannarættindi, skjótt spjaddu seg sum ringar í vatninum. Hendingin er samstundis tekin um, at broytingar kunnu gerast til veruleika.

Tær djørvu røddirnar, sum áhaldandi hava kravt broytingar, hava noktað at góðtaka grundgevingar um, at fólkið má velja ímillum samfelagsmenning og trygd. Tey krevja eitt samfelag, har tey kunna liva fræls uttan at óttast.

Hóast hesi djørvu mótmæli og krøv um broytingar frá fólkinum í Miðeystri og Norðurafrika, er stór mótstøða frá teimum, sum hava valdið. Vit hava seinastu tíðina verið vitni til, at mótmælisfólk bæði í Egyptalandi, Lybia, Syria, Yemen og Bahrain hava møtt stórari mótstøðu. Bæði píning og dráp hevur verið brúkt til at berja niður mótmælisfólk, sum krevja rættin til at liva í einum frælsum landi uttan kúgan, og sum gevur møguleika at liva eitt virðiligt lív.