Ókend hetja
Alan Turing er ein av heimsins ókendu hetjum.
Bretski støddfrøðingurin Alan Turing var í øllum lítillætni upphav til at stytta seinna heimsbardaga. Tað var hann, ið uppfann telduna, ið breyt koduna hjá týska hervaldinum, so teir sameindu ótarnaðir sluppu at lesa alt samskifti fíggindans.
Týskarar kodaðu alt radiosamskifti við tólinum, ið nevndist Enigma. Turing breyt koduna, so til bar hjá teim sameindu at lesa yvir økslina á fíggindanum.
Við hesum var steðgur settur fyri týskum álopum við kavbátum á ensk og amerikonsk útgerðarskip.
Ikki hetja
Alan Turing livdi tó ikki nóg leingi til at gerast hetja og verða útnevnd sum slík. Í 1952 kom hann, sær sjálvum til bága, at avdúka, at hann var samkyntur. Hetta var, sambært enskari lóg, ósømiligt og úrslitið var, at hann varð handtikin.
Í 1954 varð tann tá 42 ára gamli Alan Turing funnin lívleysur í song síni. Hann hevði tikið lív sítt við at eta eitt eitrað súrepli.
Kelda: Illustreret videnskab










