Sean Spicer, ið seinasta hálva árið hevur umsitið embætis sum talsmaður í Hvítu húsunum, leggur nú frá sær sum talsmaður. Sambært bretsku tíðindastovuni BBC, so ónøgd við bygnaðarbroytingar í stjórnini orsøkin til, at hann pakkar saman.
- Tað hevur verið ein heiður og æra at tæna Donald Trump og hesi fantastisku tjóð. Eg haldi fram í starvinum allan august, skrivaði Sean Spicer á Twitter í gjárkvøldið.
Sambært keldum hjá BBC, so Sean Spicer ónøgdur við, at Donald Trump hevur sett Anthony Scaramucci sum samskiftisleiðara. Eitt starv, ið var umfata í starvsøkinum hjá Sean Spicer sum talsmaður fyri Hvítu húsunum. Sambært the New York Times, so hevur Sean Spicer givið til kennar, at hann metir nýggja starvssetanina at vera ein stóran feil.
Sean Spicer er møguliga tann kendasti persónurin í embætisverkinum hjá Donald Trump, forseta, av tí, at hann hevur havt tí mangan ótakksomu uppgávu at greiða frá avgerðunum hjá sitandi forsetanum og verja hann móti ágangandi spurningunum frá fjølmiðlunum.









