Talsmaðurin hjá Obama gevst

Robert Gibbs, sum hevur verið fremsti talsmaðurin hjá Barack Obama, kunngjørdi í dag, at hann gevst í Hvítu Húsunum.

Við fronsku tíðindastovuna AFP sigur Gibbs, at hann fer kortini ikki at kvetta sambandið við forsetan, men at hann framvegis fer at rætta forsetanum eina hjálpandi hon, um tørvur er á tí. Hann fer eisini at virka fyri, at Obama verður afturvaldur í 2012.

Barack Obama váttar í samrøðu við The New York Times, at Robert Gibbs fer at virka sum ein týðandi ráðgevi frameftir.

Eygleiðarar vænta, at Barack Obama fer at gera onkrar broytingar í sínari umsiting um stutta tíð.