Amerikanski forsetin hevur stuðulað nógvum, um er av týdningi fyri trúgvandi, sigur Sarah Sanders
Tað var Guds vilji, at Donald Trump skuldi vera forseti.
Tað sigur talskvinnan í Hvítu Husunum, Sarah Sanders, við átrúnaðarligu sjónvarpsstøðina CBN.
Har segði hon eisini, at hon hevur tað »ógvuliga trupult« við »moraliseringini« hjá Demokratunum um royndirnar hjá Trump at byggja ein múr móti Mexico.
– Eg haldi, at Gud bað okkum øllum at røkja ymsar leilutir ymisk tíðarskeið, og eghaldi, at hann ynskti, at Donald Trump skuldi vera forseti, greiðia Sarah Sanders frá.
– Tað er tí, hann er har nú, og eg haldi, at hann hevur gjørt eitt gott arbeiði við at stuðla nógvum viðurskiftum, sum eru av týdningi fyri trúgvandi.
Ein stórur meiriluta av teimum evangelisku kristnu í USA stuðla Trump.
/ritzau/