Talið av elbilum tvífaldaðist í fjør

Um ársskiftið vóru skrásettir 680 elbliar í Føroyum

Av teimum vóru 603 persónbilar, sum er at kalla tað tvífalda av tí, sum tað var fyri einum ári síðani, tá persónbilarnir vóru 307 og samlaða talið av elakførum 351.

 

Bara í desembermánaðir vóru 36 elpersónbilar skrásettir, sum er ein fjórðingur av øllum skrásettum bilum hendan mánaðin.

 

El-bilar í Føroyum skrivar á Facebook, at 14,8 prosent av skrásettu bilunum í fjør vóru elbilar.

 

Bara í fjør vórðu skrásettir 296 elpersónbilar. Árið fyri vóru skrásettir 135 elbilar.

 

Víðari skrivar El -Bilar í Føroyum:

 

Samlaði persónbilaflotin vaks við 25 bilum í desember, tvs at samlaða talið av bilum, ið nýta bensin/diesel minkaði við 11 bilum. Fyri alt ári vóru elbilar 34 prosent av samlaða vøkstrinum.

 

Hinir bólkanir kláraðu seg soleiðis, í mun til undanfarna mánað:

 

Bensin: -76 bilar, sostat eru 166 færri bensinbilar á vegunum nú, enn við fyri einum ári síðani.

 

Diesel: -17 bilar, sostat eru 149 færri dieselbilar enn fyri einum ári síðani.

 

Bensin HEV: +60, samanlagt 554 síðani fyrsta februar.

 

Bensin PHEV: +18, samanlagt 194.

 

Diesel HEV: +4, samanlagt 110.

 

Stabbamyndin vísur hvussu gongdin hjá elbilum hevur verið seinastu árini:

 

##med2##