Talið á starvsfólkum á eldrabýlum ásetast við lóg

Tað er eitt gott hugskot at áseta talið á starvsfólkum á ellis- og røktarheimum við lóg.

 

Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú ætlanin er at umskipa eldraøkið við at leggja tað undir kommunurnar.

 

Samstundis, sum eldraøkið verður lagt undir kommunurnar, skal ein eldralóg smíðast, har tað verður ásett, hvørjar tænastur tey gomlu í minsta lagi hava krav upp á.

 

Í hesum sambandi staðfestir Annika Olsen, at tey eisini fara at viðgera spurningin um at seta krøv til, hvusssu nógv starvsfólk skulu vera á einum ellis- og røktarheimi, ella einum sambýli, alt eftir, hvussu nógv búfólk eru.

 

Ein tann stóri trupulleikunum í sambandi við sparingar á eldraøkinum, er, at fýlst verður á, at talið á starvsfólkum er ov lítið til tey búfólk, sum eru á stovnunum.

 

Annika Olsen vísir á, at í hinum endanum í lívinum, á dagsstovnaøkinum, eru púra greiðar reglur fyri, hvussu nógv starvsfólk skulu vera til hvørt barnið á stovninum.

 

Hon heldur, at tað hevði verið nógv lættari fyri politiska myndugleikan og fyri stovnsleiðslurnar, at havt somu ásetingar fyri starvsfólkið á eldrabýlum.

 

- Tað hevði verið greiðari at havt ásetingar um, hvussu nógv starvsfólk skulu vera á einum bústovni um dagin og, hvussu nógv skulu vera um náttina, sigur landsstýriskvinnan.

 

Tí er hetta avgjørt ein spurningur, tey fara at arbeiða víðari við í Almannamálaráðnum.

 

Hon staðfestir, at slíkar ásetingar mugu sjálvandi taka atlit at, hvørji búfólk, talan er um, eitt nú skulu fleiri starvsfólk til minnisveik búkfólk, enn til onnur búfólk.