Síðani í mai hevur ein lítil framgongd verið hvønn mánaða í talinum á løntakarum.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hagstovan sigur, at í september vóru 23.855 løntakarar, og tað er áleið tað sama sum í juni 2012.
- Veturin 2010, tað var árið, Fisikavirking lat aftur, fækkaðust løntakararnir 1.000 fólk.
- Síðani hevur talið sveiggjað, men nú er tað so smátt á veg uppaftur, men enn eru 500 løntakarar færri enn á vári 2010.
Hagstovan staðfestir, at tað er privata tænastuvinnan, sum eigur ta stóru framgongdina.
Í september í ár vóru 8.138 løntakarar í privatu tænastuvinnunum, tað eru 323 fleiri enn í fjør, tað er ein framgongd uppá 4,1 prosent.
Í almennum tænastum vóru 8.751 løntakarar í september, og tað eru 115 færri enn fyri einum ári síðani.
Í privatu tænastuvinnuni er eitt nú handil og umvæling. Henda vinna er sera viðkvom fyri búskaparligum rembingum.
Hagstovan sigur, at í uppgangstíðunum løgdust løntakarar aftrat í handilsvinnuni, og flest vóru teir í 2008, tá ið tað vóru 3.300 løntakarar í handilsvinnuni.
Síðan kom fíggjarkreppan og longu í 2010 vóru tað 400 færri í handilsvinnuni, tað er ein afturgongd upp á yvir 10 prosent.
Í 2010, 2011 og í fjør vóru løntakararnir í handili og umvæling á sama lága stigi, men í september 2013 kvinkaði talið upp á 3050 løntakarar –men talið er framvegis lægri enn í 2008. Hinvegin er tað áleið tað sama sum í 2004 og 2005.
|










