Endamál felagsins er at fykja kampingáhugað, at skipa fyri felags tiltøkum, at veita tænastur til limir eins og vitjandi “kampistum" og annars tæna áhugamálum limanna, stendur m.a. í endamálsgrein felagsins.
Og sigast má, at kampingáhugin er voksin skjótt – í 2006 vóru eini 30 kampingvognar og nú eru 450 í Føroyum. Felagið telur tó ikki meir enn 265 limir.
Camping.FO, sum felagið eitur, skipar fyri ymiskum tiltøkum fyri limirnar, og hetta vikuskiftið varð so skipað fyri tí, tey kalla “endatreff” í Klaksvík. Hetta er seinasta skipaða tiltakið fyri limirnar, nú heystið og veturin stundar til. Í Klaksvík hava verið eini 40 kampingvognar, sum komu fríggjadagin og vera her til í dag. Teir standa á parkeringsplássinum niðan fyri KÍ-høllina – beint við vøllin og Svimjihøllina.
Tey høvdu leigað Badmintonhøllina til bóltspæl, hugnaløtu við góðum mati og sangløtu, umframt at aðalfundur so eisini varð hildin í gjár.
Nýggja nevndin sær soleiðis út: Ivan Skorheim, formaður; Tummas Heri Thomassen, skrivari; Henrid Johansen, kassameistari; Krissolvur Johannesen varalimur. Arnbjørn Johannesen fór úr nevndini – Til grannskoðara varð Sigrun Rubeksen vald.
Tey lata væl at umstøðunum í Klaksvík og umtala serliga hugnaligu løturnar á Sandinum, har tað eru so nógvir kampingvognar í sambandi við Summarfestivalin, at tað plagar at verða kallað bygdin í býnum.
Tá ið Bústaðir fara í holtur við bygging sína seinni í heyst á Sandinum liggur ein avbjóðing í at kunna bjóða eins góðar og rúmligar umstøður til kamparnar, verður víst á.