Talið á deyðum hækkar

Ferðafólk á flogvøllinum. Mynd: Polfoto.

Ruðuleiki valdar í belgiska høvuðsstaðnum Brússel í morgun, aftaná fleiri spreingingar í flogvøllinum og metroini.


Lítið ivi man vera um, at talan er um enn eitt yvirgangsálop á ein evropeiskan stórbý.

  
Umleið klokkan sjey í morgun hoyrdust tveir brestir í flogvøllinum í Brússel. Belgiskir myndugleikar hava nú váttað, at í minsta lagi 13 fólk eru deyð og 35 fólk eru illa løstað í tí álopinum.


Umleið ein tíma aftaná, klokkan 08.11, hoyrdust fýra brestir í eini metrostøð í høvuðsstaðnum. Enn er eingin almenn fráboðan komin um talið á deyðum í metrostøðini, men belgiskir miðlar skriva, at í minsta lagi 10 fólk eru deyð í tí álopinum.


Harvið verður mett, at álopini higartil hava kravt umleið 23 mannalív.

Ferðafólk á flogvøllinum. Mynd: Polfoto.