Hetta seinasta hálvtannað árið, eru 1000 fleiri arbeiðspláss skapt í Føroyum.
Tað sæst í eini nýggjari uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísur, at í juni vóru 24.739 løntakarar í Føroyum og tað er tað sama sum í mai.
- Sjálvt um ongin broyting var í juni, skerst ikki burtur at seinastu 18 mánaðirnar hevur talan verið um ein javnur vøkstur, har einir 50 løntakarar eru komnir afturat um mánaðin.
- Í januar í fjør vóru 23.700 løntakarar í Føroyum, og nú, 18 mánaðir seinni, eru gott 1.000 fleiri afturat, tí nú er talið komið upp á 24.739 løntakarar, sigur Hagstovan.