Í januar kunngjørdu amerikonsku myndugleikarnir, at Taliban-leiðarin Hakimullah Meshud var deyður í einum amerikonskum bumbuálopi, men nú sigur pakistanska fregnartænastan, at hann er framvegis á lívi.
Taliban hevur alla tíðina sagt, at Meshud slapp livandi frá bumbuálopinum í januar, og keldur í pakistonsku fregnartænastuni siga nú við bretska blaðið The Guardian, at tað er helst so.
Amerikanska tíðindastovan AP hevur eisini fingið at vita frá sínum keldum í Pakistan, at Meshud er á lívi, men at hann hevur ikki so nógv at siga í Taliban longur.










