Talibanleiðararnir verða útflýggjaðir

Nýggi leiðarin í Afghanistan, Hamid Karzai, sigur, at stjórn hansara fer at útflýggja leiðararnar í Taliban.

 

ÚTLAND

Fartekst


Hinvegin hevur Hamid Karzai gjørt av, at teir vanligu hermenninir hjá falna Taliban-stýrinum, sum eru tiknir til fanga, fáa frítt at fara. Nógvir av hesum hermonnunum eru longu farnir heimaftur, meðan aðrir hava stríðst saman við Norðursamgonguni ímóti leivdunum av Taliban-herinum.

Hamid Karzai segði í gjár, at teir ovastu hernaðarligu leiðararnir í Taliban verða ikki latnir leysir. Teir nógvu útlendsku hermenninir, sum hava hjálpt Taliban-herinum, og sum hava stuðlað Al-Qaeda og Osama bin Laden, verða heldur ikki latnir leysir.

-Vit fara at at hava teir í varðhaldi, og teir verða síðani útflýggjaðir til altjóða rættarsókn, segði Hamid Karzai við bretsku tíðindastovuna Reuter í gjár.

Fleiri keldur í Afghanistan hava sagt, at andaligi leiðarin í Taliban, mullah Mohammad Omar, hevði biðið nýggja afghanska stýrið veita sær grið aftur fyri, at hann og menn hansara góvust við bardaganum um Kandahar. Men amerikanska stjórnin gjørdi alt fyri eitt greitt, at talan verður ikki um at veita Omar grið.