Taliban vil hava hevnd

Taliban eggjar nú afghanum til at beina fyri vesturlendskum hermonnum fyri at hevna, at hermenn á amerikonsku Bagram-herstøðini brendu nøkur eintøk av koranini.

-Drepið teir, bukið teir, burturflytið teir og gevið teimum ein sovorðnan umgang, at teir ikki tora at gera seg inn á ta heilagu koranina, stendur í einum tíðindaskrivi hjá Taliban.

Í gjár vóru ógvusligir samanbrestir millum løgregluna og fólk, sum mótmæltu, at amerikanarar høvdu sett eld á koranina. Teir harðastu samanbrestirnir vóru í landslutinum Parwan norðan fyri høvuðsstaðin Kabul, og sambært myndugleikunum lógu seks sivilfólk eftirá.

Amerikanski generalurin John Allen, sum er ovasti fyri teimum útlendsku hermonnunum í Afghanistan, hevur biðið afghanska fólkið um umbering fyri tað, sum hendi á Bagram-herstøðini, og amerikanska verjumálaráðið hevur tosað við Hamid Karzai, forseta um tilburðin. Men hetta er eftir øllum at døma ikki nóg mikið til at sissa Taliban.