Ein burka-klødd kvinna bíðar við eitt busssteðgistað í Kabul. Nú kunnu kvinnur í Afghanistan ikki ferðast longri enn 72 kilometrar einsamallar.

Taliban sýtir kvinnum at ferðast einsamøllum

Um kvinnur í Afghanistan skulu ferðast longri enn 72 kilometrar, skal maður verða við á ferðini, og hvørki í hýruvognum ella bussum er loyvt at spæla tónleik.

Ein burka-klødd kvinna bíðar við eitt busssteðgistað í Kabul. Nú kunnu kvinnur í Afghanistan ikki ferðast longri enn 72 kilometrar einsamallar.

Um dagarnar sendi løgreglan í Afghanistan, sum verður rópt "moral løgreglan", út nýggjar reglur, sum eitt nú snúgva seg um, at kvinnur í landinum ikki mugu ferðast longri enn 72 kilometrar einsamallar. 

 

Tað veit tíðindastovan AFP at siga.

 

Skulu kvinnur ferðast longri enn hesar 72 kilometrarnar, skulu tær hava ein mannligan fylgjara, sum skal vera onkur maður í familjuni. Eisini er álagt kvinnum at hava "høvuðplagg" á ferðini. 

 

- Kvinnur, sum ætla sær at ferðast longri enn 72 kilometrar einsamallar, skulu ikki sleppa í bil ella buss, um tær ikki hava mannligan fylgjara, sigur Sadeq Akif Muhajir, sum er talsmaður fyri nýggju Taliban-stjórnina í Afghanistan.

 

Sambært AFP er ógreitt, hvussu Taliban í hesum førinum lýsir "islamiskt høvuðplagg". Talan kann vera um hijab, andlitsplagg ella burka, sum fjalir allan kroppin.

 

Samstundis, sum reglurnar eru komnar í gildi, verður heldur ikki loyvt hýruvognsførarum ella bussførarum at taka kvinnur upp í, sum bróta reglurnar, eins og álagt er førarum ikki at spæla tónleik í bili ella bussi.

 

##med2##

 

Fleiri mannarættindafelagsskapir hava fordømt nýggju reglunum í Afghanistan, tí reglurnar forða kvinnum í at ferðast frítt til aðrar býir og eitt nú reka handil ella rýma undan harðskapi í heiminum.

 

Arbeiðsloysi millum kvinnur er nógv økt í Afghanistan, síðan Taliban tók við valdinum í landinum, tí fleiri almennar skrivstovur og skúlar sýta kvinnum at møta á sínum arbeiðsplássum.

 

Kvinnurnar eru vorðnar minni sjónligar í býarmyndini, síðan Taliban tók valdið, og fleiri og fleiri kvinnur, sum hóast alt síggjast í gøtunum í Kabul, bera nú aftur nikab ella burka.

 

##med3##

 

 

 

Ein burka-klødd kvinna bíðar við eitt busssteðgistað í Kabul. Nú kunnu kvinnur í Afghanistan ikki ferðast longri enn 72 kilometrar einsamallar.

Fleiri og fleiri kvinnur, sum síggjast í gøtunum í Kabul, bera nú nikab ella burka.

Kvinnur í Afghanistan mótmæla skerdum mannarættindum.